Norðurlond hava eitt fruktagott samstarv við norðurlendska umhvørvismerkið
Svanan, sum er eitt tað besta umhvørvismerki í heiminum (sambært altjóða
kanning, sum Environmental Resources Management í Onglandi gjørdi í 2008). EU
Ecolabel var millum fýra tey bestu í somu kanning.
Í hesi frágreiðing eru 18 “sólskinssøgur” um smáar fyritøkur, ið hava sítt
virksemi í minni samfeløgum í Norðurlondum, har tær framleiða vørur ella
tænastur, ið eru umhvørvismerktar við Svananum ella við EU-Ecolabel. Søgurnar
vísa, at tað væl ber til hjá smáum fyritøkum at fáa Svanan ella EU Ecolabel og
at umhvørvismerking eisini kann vera lønandi í smáum samfeløgum.